Í fleiri ár hava myndugleikarnir og djóraverndarfelagsskapirnir í Russlandi kært seg um, at tær sibirisku tikararnir gjørdust færri og færri í tali, men nú vísir ein nýggj kanning, at stovnurin er farin at veksa aftur.
Sambært kanningini eru 400 vaksnir tikarar og 100 ungar í Sibiria nú, men tað merkir kortini ikki, at stovnurin er nóg stórur, siga teir russisku myndugleikarnir. Kortini heldur World Wildlife Foundation, at tað er sera hugaligt, at tann sibiriski tikarastovnurin er í vøkstri, tí alla aðrastaðni í heiminum gerast tikararnir færri og færri í tali. Tað kemst fyrst og fremst av, at nógvir tikarar verða skotnir, sjálvt um tað er ólógligt, sigur WWF.
Tann sibiriski tikarin er sera styggur, og tí var tað alt annað enn lætt hjá teimum russisku myndugleikunum at telja, hvussu nógv er til av honum. Harafturat kemur, at økið, sum tikarin heldur til í, er sera stórt.










