Fleiri túsund vitjaðu Gluggaglæmuna

Stóra handverksstevnan Gluggaglæma, sum varð hildin í Müllers Pakkhúsi í Havn herfyri, var sera væleydnað. Fleiri túsund fólk vitjaðu stevnuna, har nøkur og tredivu fólk sýndu fram.

Áhugin fyri føroyskum listahandverki er ovurhonds stórur. Hetta prógvaði talið av vitjandi á handverksstevnuni Gluggaglæma, sum júst er farin aftur um bak. Á stevnuni í Müllers Pakkhúsi kundu tey vitjandi síggja eitt nú tøvd pløgg, ymiskt vovið tilfar, hondgjørdar føroyskar prýðislutir og mangt annað.

Seldu væl
Stóra talið av vitjandi førdi eisini við sær, at framsýnararnir á handverksstevnuni seldu heilt væl, og tað er sjálvsagt at fegnast um. Tó hava keypararnir av framsýndu vørunum verið noyddir til at bíða til seinasta framsýningardagin, áðrenn teir kundu fáa hendur á keyptu vøruna, tí vøran skuldi verða við á framsýningini til hon var liðug.
Fyrireikararnir av Gluggaglæmu siga, at talið av vitjandi í miðal var oman fyri 300 um dagin. Havandi í huga at stevnan vardi níggju dagar, er skjótt at rokna seg fram til, at okkurt um 3000 fólk hava verið inni á gólvinum í hugnaligu hølunum í Müllers Pakkhúsi.
Sum áðurnevnt varð møguligt hjá teimum vitjandi at síggja tær mongu snotuligu vørurnar, ið tey ymisku listarfólkini høvdu evnað til. Harumframt varð eisini møguligt at síggja, hvussu listarfólkini arbeiddu, tí stevnan varð skipað soleiðis, at nógv verkstøð vóru. Á henda hátt bar til at síggja, hvussu listarfólkini arbeiddu seg fram til tað endaliga úrslitið.

Afturvendandi tiltak
Tað vóru tær báðar, Jónhild Johannesen og Randi Vang, sum skipaðu fyri handverksstevnuni í Müllers Pakkhúsi. Tær hava áður skipað fyri Hendur og Hugflog, og er Gluggaglæma eitt slag av framhaldi av hesari framsýning.
Tær siga, at Gluggaglæma er ein avloysari fyri Hendur og Hugflog, men at stórur munur er á hesum báðum stevnum. Sum tey flestu óivað vita, so var Hendur og Hugflog í ítróttarhøllini á Hálsi, meðan Gluggaglæma júst hevur verið í Müllers Pakkhúsi, sum er væl minni, men ólíka hugnaligari. Somuleiðis hevði Gluggaglæma sum nakað nýtt arbeiðandi verkstøð, har tað, sum áðurnevnt, bar til at síggja listarfólkini arbeiða.
At Gluggaglæma eydnaðist so mikið væl í ar, og so nógv fólk vitjaðu handverksstevnuna, ger bara hugin til at skipa fyri slíkum tiltøkum enn størri, og fyrireikararnir av Gluggaglæmu ivast ikki í, at talan verður um eitt afturvendandi tiltak.