Umsíðir kom Linda Andrews til Føroyar og til Havnar í dag. Um hálvgum fýratíðina lendi tyrlan hjá Atlantsflog á Boganesi í Havn við Lindu, dóttrini Celeste og øðrum fólkum í fylginum.
Síðan fór fylgið niðan á Hotel Føroyar, har vinir, familja og kenningar tóku ímóti henni.
Klokkan 17 varð farið oman í SMS, har eini 2-3.000 fólk tóku ímóti. Tað var Kaj Leo Johannesen, løgmaður, sum fyrstu segði nøkur orð og takkaði Lindu og ynskti henni tillukku. Tað sama gjørdi Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Í SMS sang Linda fýra sangir og skrivaði nógvar autografar. Eftir tiltakið í SMS fór Linda saman við eitt nú fleiri umboðum fyri danskar fjølmiðlar ein túr við Norðlýsinum, har eisini varð skipað fyri hugnaløtu.
Sí myndatema niðanfyri...