Fleiri túsund plágast av tinnitus

TINNITUS. Eini 2000 føroyingar hava tað so ringt av tinnitus, at tað ávirkar lívsvirði hjá teimum

Fleiri túsund føroyingar plágast av tinnitus, og eini 2000 so ógvuliga, at tað hevur ávirkan á lívsvirði hjá teimum.

- Tinnitus er ein púra vanligur trupulleiki millum føroyingar, men tað er ymiskt, hvussu álvarsamur skaðin er, sigur Petur Ellefsen, yvirlækni á oyrnadeildini á Landssjúkrahúsinum.

Tinnitus er hoyriskaði, sum fólk uppliva sum kroniska sjóðan ella ýl í oyrunum. Eingin medisinsk viðgerð er fyri brekið, og tí mugu fólk læra seg at liva við tí. Summi siga seg tó fáa linna av fysioterapi, zoneterapi ella akupunktur. Og tað ber eisini til at leita hjálp hjá sálarfrøðingum, sum eru serkønir á økinum.

Fólk fáa tinnitus av ymiskum orsøkum. Brekið er vanligt millum eldri fólk, men eisini fólk, sum hava verið útsett fyri ógvusligum óljóði, fáa tinnitus. Tað eru til dømis maskinmenn, tónleikarar og fólk, sum lurta nógv eftir tónleiki.

- Øll kenna til, at tað ýlir í oyrunum, tá tey hava verið útsett fyri nógvum óljóði. Í flestu førðum fer hetta ýlið burtur aftur eftir styttri ella longri tíð, men verða fólk útsett nóg leingi fyri ógvusligum óljóði, verður tað til ein kroniskan trupulleika, sigur Petur Ellefsen, yvirlækni.

- Eg kann ikki bjóða nakra beinleiðis viðgerð fyri tinnitus, men vit plaga at greiða sjúklingunum frá, hvat tað er, sum skapar trupulleikan, og tað kann ofta hjálpa. Harafturat meta vit um, um viðkomandi plágast so nógv av tinnitus, at neyðugt er við einum hoyrtóli ella einum maskeringstóli.

Hetta síðsta er eitt tól, sum sendir eitt ljóð inn í oyra, sum skal mótviga tinnitus-ýlinum.

Í dag verður ein fundur um tinnitus. Har fara fólk, sum kenna trupulleikan ella hava vitan um hann, at greiða frá.