Amnesty International vil vera við, at minst 40.000 kvinnur í Kongo vórðu neyðtiknar undir borgarakrígnum og í tíðini aftan á kríggið.
Tað var sum ikki einaferð kvinnurnar, sum liðu mest undir borgarakrígnum í Demokratiska lýðveldinum Kongo. Fyri tveimum mánaðum síðani kunngjørdi Amnesty International ein frágreiðing, og niðurstøðan hjá felagsskapinum var, at minst 40.000 kvinnur vórðu neyðtiknar undir krígnum og í tíðini aftan á kríggið.
Nógvar av hesum kvinnunum gjørdust við barn. Nógvar teirra vóru giftar, men neyøtøkurnar gjørdu, at menninir fóru frá teimum, tí ein neyðtikin kvinna er ein vanærað kvinna. Tí liva hesar kvinnurnar nú einsamallar saman við børnunum.
- Fleiri av hesum kvinnunum hava ongantíð fingið nakra hjálp, summar eru vorðnar HIV-smittaðar, aðrar hava mist sjálvsvirðingina og lívsviljan, sigur svenska Marie Børjeson, sum arbeiðir á einum svenskum hjálparstovni í Kongo. Higartil hevur stovnurin hjálpt 2.000 kvinnum. Umleið 500 teirra vórðu neyðtiknar undir krígnum.









