Fleiri túsund fagnaðu endan á tralahaldi

Meðan stór mótmæli ímóti ójavna herja USA, var avtøkan av tralahaldi fagnað á Juneteenth.

Fleiri túsund amerikanarar vóru í gjár á gøtunum kring alt USA fyri at seta dám á serliga halgidagin Juneteenth.

Navnið Juneteenth er ein samandráttur av orðunum juni og tann 19. á enskum – June og Nineteenth. Tað vísir til tann 19. juni í 1865, tá endin á tralahaldinum endaliga varð lýstur í USA.

Í ár fellir fagnaðurin av degnum saman við mótmælunum ímóti rasuójavna og løgregluharðskapi í USA.

Juneteenth er á samveldisstigi ikki ein almennur halgidagur í USA. Í nógvum statum verður hann tó roknaður sum halgidagur.

Her sæst, hvussu amerikanarar hildu serliga dagin.

/ritzau/

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##