Í sambandi við, at Århus festuge er, er eitt risastórt telt sett upp við dómkirkjuna í býnum. Teltið hevur tveir pallar, og barrir og alt, ið hartil hoyrir. Teitur var eitt av nøvnunum, ið spældi í teltinum mikukvøldið, og tá hann fór á pallin við sínum lítla bólki, var teltið so mikið á tremur, at tað bart út sagt ikki slapst inn í tað.
Stemningurin var góður, meðan Teitur spældi. Hansara peni og friðarligi poppur var ivaleyst tað, sum fólk væntaðu at hoyra, og hetta fingu tey eisini, men tey fingu eisini meira enn tað. Teitur er vanur at hava gestatónleikarar við sær, og so var eisini hesuferð. Hann hevði ikki bara ein gest men 200. Føroya best umtókti bólkur 200, trein eins og á G! á pallin og spældi løgini Last kid on the playground og tað myrka og tunga lagið The Hitchiker.
Mikal Blak, ið spælir bass við bæði Teitur og 200, hevði tikið orkesturfelagarnar Niels og Una við til Århus, og sostatt fingu Århúsbúgvar eina smakksroynd av føroysku punkarunum.
Teitur var gestur á konsertini hjá 200 í leygarkvøldið í Vega í Keypmannahavn. Men tá 200 helt fram á síni Imperial Tour 2005 og fór til Grønlands hósmorgunin, har bólkurin í kvøld fríggjakvøldið skal spæla á Nipiaa Rock Festival í býnum Aasiaat, var Teitur ikki við.