Fleiri túrar avlýstir og útsettir

Tað er framvegis so ringt veður í morgum, at Strandferðslan hevur avlýst fleiri túrar, umframt at onkrir túrar eru útsettir

Smyril, sum skuldi fara av Krambatanga klokkan sjey í morgun, fer ikki fyrrenn nú klokkan níggju. Annars hevur Bygdaleiðir avlýst alla koyring í Dag og Ternan siglir bara tann fyrsta túrin í morgun. Teistin siglur heldur ikki fyribils og somuleiðis hevur Sildberin avlýst siglingina

Harafturat hava fleiri skúlar avlýst alla undirvísing í dag, um ikki fyri veður, so eisini tí, at Bygdaleiðir ikki koyra.

Annars fer hann at minka vindin munandi út á seinnapartin í dag og nú tykist sum at tað ringasta er av á hesum sinni.