Fleiri tímar til innskúlingina

Nógv bendir á, at tímatalið til innskúlingina í fólkaskúlanum hækkar munandi komandi árini. Andrias Petersen úr Javnaðarflokkinum skeyt upp at hækka tímatalið
til 1.-3. flokk úr 18 upp í 25 vikutímar, undir aðalorðaskiftinum um fólkaskúlan

Meðan tað tók ein tíma ella so, áðrenn tingsalurin nærum var fullur, vóru áskoðaraplássini á tremur longu tá aðalorðaskiftið byrjaði. Millum áskoðararnar vóru mong skúlafólk, umframt ein skúlaflokkur úr Handilsskúlanum, sum øll lýddu ágrýtin eftir orðaskiftinum. Har vóru embætisfólki frá umsitingini í Mentamálaráðnum, formaður Lærarafelagsins, lærarar, rektari Læraraskúlans, umboð fyri kommunurnar, Skúlablaðið, Fróðskaparsetrið og mong onnur.

Lítið ítøkiligt
Samanumtikið vóru fólk á áskoðarabonkinum samd um, at lítið ítøkiligt var at heinta í frágreiðing Sambandsfloksins hjá Marjus Dam. Framløgan bar brá av góðum tonkum, men ítøkilig hugskot til broytingar ella batar vóru fáir. Tó segði Marjus Dam til endans, at Sambandsflokkurin er til reiðar at gjalda tað, sum tað kostar at fáa ein betri fólkaskúla, og at gagnnýta peningin sum best.

Hækka tímatalið
Framløgan hjá Andriasi Petersen, sum eisini er formaður í mentanarnevnd løgtingsins, var merkt av, at hetta er eitt mál, sum Javnaðarflokkurin ætlar at satsa uppá. Eitt nú skeyt hann ítøkiliga upp, at tímatalið til 1. til 3. flokk, verður hækkað úr núverandi 18 upp í norðurlendsku 25 vikutímarnar.
Hann greiddi eitt nú frá, at tá orðaskifti var um at hækka tímatalið til innskúlingina í 1997, var full semja um, at børn skulu sleppa at vera børn, og at tey mennast best við at spæla sum mest.
- Men veruleikin í dag er ein annar. Børnini ganga á stovni og ganga ikki og mala í fjøruni ella spæla sær í ánni. Heldur er veruleikin, at tey sita og spæla telduspøl, segði Andrias Petersen.
Hann segði frá, at hann var ikki so eldhugaður fyri spurninginum um at leggja skúlan út til kommunurnar, sum Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, hevur skotið upp.
- Í øllum førum ikki soleiðis sum kommunurnar eru skipaðar í løtuni, segði hann.

Meira í morgin
Framsøgufólkini fyri politisku flokkarnar vóru Marjus Dam úr Sambandsflokkinum, Andrias Petersen úr Javnaðarflokkinum, Heidi Petersen úr Tjóðveldisflokkinum, Óli Breckmann úr Fólkaflokkinum, Jenis av Rana úr Miðflokkinum og Kári P. Højgaard úr Sjálvsstýrisflokkinum. Orðaskiftið byrjaði um 10 tíðina, og áðrenn evstaðmark hjá blaðnum, høvdu Marjus Dam og Andrias Petersen lagt fram fyri flokkar sínar. Í blaðnum í morgin fara vit at gera meira burturúr aðalorðaskiftinum. Eitt nú hava vit heitt á ymisk skúlafólk, um at siga hugsan sína um orðadráttin í tinginum í dag.


Myndatekstir:::
Hækkið tímatalið í innskúlingini, segði Andrias Petersen.
- Veruleikin í dag er, at børnini ganga á stovni, og ikki mala í fjøruni ella spæla sær í ánni. Heldur sita tey og spæla telduspøl, segði Andrias Petersen, framsøgufólk fyri Javnaðarflokkin.

--

Nógvskúlafólk høvdu leitað sær oman í tingið í dag. Har vóru embætisfólki frá umsitingini í Mentamálaráðnum, formaður Lærarafelagsins, lærarar, rektari Læraraskúlans, umboð fyri kommunurnar, Skúlablaðið, Fróðskaparsetrið og mong onnur.

--

Ein flokkur úr Handilsskúlanum lýddi eisini á.