Fleiri sviar doyggja av koronu

Higartil eru 13.882 sviar, sum høvdu covid-19, deyðir við sjúkuni. Talið av deyðum í Danmark er 2467, og í Noregi er talið 735.

 

Seinasta samdøgur doyðu 19 fólk við covid-19 í Svøríki, tvey doyðu í Danmark, og eitt fólk doyði í Noregi.

Svøríki hevur higartil havt tilsamans 932.076 smittutilburðir, og 13.882 fólk eru deyð við - ella av - koronu.

Seinasta samdøgur vórðu 7.736 nýggir smittutilburðir staðfestir í Svøríki, og hetta má sigast at vera eitt rættiliga stórt tal.

Í Svøríki búgva stívliga 10 miljónir fólk, og fólkatalið í Svøríki er umleið tvær ferðir so stórt sum fólkatalið í Noregi. 

Lutfalsliga hevur Svøríki havt nógv fleiri smittutilburðir enn Noreg og Danmark, og lutfalsliga eru nógv fleiri fólk deyð í Svøríki.

Danmark hevur higartil havt 245.761 smittutilburðir, og seinasta samdøgur var talið av smittaðum í Danmark 893.

Higartil eru 13.882 sviar, sum høvdu covid-19, deyðir við sjúkuni. Talið av deyðum í Danmark er 2467, og í Noregi er talið 735.