Sambandsflokkurin stillar 14 fólk upp til fólkatingsvalið, men ikki kann sigast, at nøkur serlig javnstøða er á listanum. Av teimum fjúrtan, eru 12 mannfólk og tvey konufólk.
Tó so, teir eru ikki einasti flokkur, ið ikki hevur javnstøðu á listanum hjá sær, men tó er okkurt, sum ger, at ein undrast kortini.
Av teimum 14, eru tey 12 kend frá dagliga politiska arbeiðinum. Kaj Leo Holm Johannesen er løgmaður, Edmund Joensen er fólkatingslimur, Bjørn Kalsø og Jóhan Dahl eru landsstýrismenn, meðan Helgi Abrahamsen, Edva Jacobsen, Bárður S. Nielsen, Reimund Langgaard, Gerhard Lognberg, Eivin Jacobsen, Rósa Samuelsen og Alfred Olsen eru tinglimir. Teir báðir síðstu, Niels Olaf Eyvindsson og Conrad Gaard Joensen, eru einastu valevnini til fólkatingsvalið, sum ikki eru partur av vanligu politisku manning floksins.
Teir báðir hava tó eitt annað til felag, ið kann geva eina ábending um, hví júst teir hava fingið pláss á listanum – teir eru báðir suðringar, eitt øki, sum annars hevði havt vána umboðan á valevnislistanum. Tó so, nú eru tríggir suðringar á valevnislistanum, men framvegis einans tvær kvinnur, hóast tað búgva 4.647 fólk í Suðuroy og 23.511 konufólk í øllum landinum.