Tað er aftur kolandi stormur í kvøld og aftur í kvøld eru fleiri stormskaðar á Tvøroyri.
Oddur Dimon, leiðari fyri sløkkiliðið, sigur, at stormurin í kvøld kemur eitt sindur á óvart á, tí hóast hann hevur boðað frá vindi hevur hann ikki boðað frá tí kolandi stormi, sum er í kvøld.
Hann sigur, at í kvøld er tað mest úti á Tvøroyri, at tað leikar harðast á, og hann er akkurát nú í skrivandi løtu, klokkan 22.20, komin inn um hurðina eftir at hava verið útí bjargingarørindum í tríggjar tímar.
Hann sigur, at úti á Tvøroyri eru vindeygu farin, klædningar hava rivið, og á einum síðubygningi á Pubbini er nógv av takinum farið í luftina, og eisini aðrastaðni rundan um miðbýin á Tvøroyri eru skaðar hendir.
Oddur Dimon sigur, at beint nú er ein skái, men so er spurningurin, hvussu verður seinni.