Fleiri stormskaðar í dag

Tað er illveður um alt landið, og í Norðragøtu er ein tekja rivin og okkurt er leyst á tekjuni á Glasi

Tað er upp í 50 m/s í støðum í landinum, og hóast tað ikki stendur so illa til allastaðni, so er kortini fitt av vindi um alt landið. 

 

Og tað hevur løgreglan eisini merkt í dag. Tí í Norðragøtu er ein tekja rivin, og í Klaksvík eru fleiri fráboðanir komnar um, at takplátur liggja og sløðast við vegin við ánirnar. Úr Streymnesi hevur løgreglan fingið fráboðan um ein boygnaðan lyktapela. 

 

Í Havn eru eisini fleiri fráboðanir um stormskaðar. Tekjan á Glasir hevur eitt hvørt, sum liggur leyst og fýkur runt, og somuleiðis er okkurt við at ríva seg leyst á nýggja skúlanum á Fløtum.  Løgreglan sigur, at í øllum førum verður ringt til sløkkiliðið og hesi fara út at kanna málið og tryggja teir lutir, sum leysir eru.