Tann álvarssami boðskapurin kemur frá einum evropeiskum fundi hjá jarðalisfrøðingum. Men teir siga eisini, at tað ber til at sleppa undan trupulleikanum og nevna japanska stórbýin Tokyo sum dømi. Býurin sakk tveir metrar, tí myndugleikarnir brúktu grundvatnið undir honum, men síðani teir góvust at brúka grundvatnið, er býurin ikki sokkin meira. Jarðalisfrøðingarnir siga, at aðrir býir eiga at brúka japanska høvuðsstaðin sum fyrimynd.
Gilles Erkens, sum starvast á Deltares Research Institute í býnum Utrecht í Niðurlondum, sigur við bretska kringvarpið BBC, at indonesiski høvuðsstaðurin Jakarta, Ho Chi Minh-býurin í Vietnam og teilendski høvuðsstaðurin Bangkok fara at søkka so nógv, at sjógvurin fer at floyma inn í gøturnar, um einki verður gjørt fyri at steðga gongdini.
Erkens sigur, at eingin hevur rættiliga givið sær far um, at lendið ymsastaðni kring heimin søkkur. Hinvegin er nógv gjørt burturúr, at vatnstøðan í heimshøvunum hækkar, men í veruleikanum elva bæði til sama trupulleika og gera hann enn størri, sigur hon.
Latið grundvatnið fáa frið
Niðurlendski jarðalisfrøðingurin sigur við BBC, at tað er umráðandi, at myndugleikarnir lata grundvatnið undir býunum fáa frið. Tað krevur sjálvandi, at drekkivatnið verður funnið aðrastaðni, men ta uppgávuna megnaði Tokyo, vísir hon á.
Granskarar á Deltares Research Institute hava kannað lendið undir fimm stórum býum, sum eru úti við sjógvin. Teir eru Jakarta, Bangkok, New Orleans, Dhaka og Ho Chi Minh-býurin. Niðurstøðan hjá granskarunum er, at tann norðari parturin av Jakarta er sokkin fýra metrar tey seinastu 35 árini, skrivar Daily Mail.
At stórbýirnir úti við sjógvin søkka kostar fleiri milliardir dollarar um árið, og talið fer at veksa í komandi árum.