Fleiri stjørnur mangla

Enski U21-landsliðshópurin er úttikin í dag

Tað byrjar av álvara at stunda til U21-EM í fótbólti, sum verður leikt í Kekkia hetta summarið. Enski venjarin, Gareth Southgate, hevur í dag úttikið sín bruttohóp, har 27 leikarar eru við.

 

Størsta stjørnan í hópinum er uttan málslúkurin hjá Tottenham, Harry Kane. Eisini eru onnur lutfalsliga kend Premier League-nøvn sum Saido Berahino, Calum Chambers og James Ward-Prowse við í hópinum.

 

Tó eru nógvir av teimum heilt kendu leikarunum, ið hava aldur at vera við, sum ikki eru úttiknir. Talan er um góðar menn sum Raheem Sterling, Luke Shaw, Ross Barkley, Jack Wilshere og Alex Oxlade-Chamberlain, ið allir fáa eina longda summarfrítið. 

 

Munurin ímillum Harry Kane og stjørnurnar, sum ikki eru úttiknar, er tann, at Harry Kane ikki luttók í HM-endaspælinum í fjør. Tað gjørdu allir teir fimm omanfyrinevndu, og hesir hava helst brúk fyri einum longri steðgi, so at teir aftur eru klárir til EM-endaspælið í Fraklandi komandi ár.

 

U21-landsliðið hjá Onglandi er í bólki við Italia, Portugal og Svøríki.