Klaksvík:
Sosialurin hevur fingið fatur á nøkrum av sitandi býráðslimunum, og tað letur til, at flestu teirra fara at stilla uppaftur.
Formaðurin í teknisku nevnd, Karl Heri Joensen, hevur gjørt av at stilla uppaftur, og tað hevur formaðurin í mentanarnevndini, Jórun Høgnesen eisini.
? Eg havi okkurt hjartamál eftir enn, so eg havi gjørt av at stilla uppaftur, sigur hon.
Tað sama sigur formaðurin í Havnanevndini, Rani Nolsøe.
? Tá man hevur sitið eina setu og hevur brúkt tíð upp á at seta seg inn í viðurskifti og at arbeiða fyri ávísum málum, er tað ringt at leypa frá nú. Tí framvegis vanta nakrir brikkar í puslispælinum, sigur Rani.
Borgarstjórin Steinbjørn Jacobsen hevur boðað frá, at hann stillar uppaftur, meðan tað er óvist um, Betta á Dalinum og Hilmar Danielsen fara at stilla uppaftur. Tað eydnaðist ikki at fáa fatur á teimum, men sum skilst hava tey ikki ætlanir um tað.
Jógvan við Keldu fer ikki at stilla uppaftur, orsakað av sínum verandi starvi sum landsstýrismaður, men harafturímóti hevur Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður hjá Fólkaflokkinum boðað frá, at hann fer at stilla upp til kommunuvalið í Klaksvík. Tað bar heldur ikki til at fáa fatur á honum, tí hann er staddur uttanlanda.










