Fleiri starvsfólk eftir umvælingina

Brúkarabólkur fyri svimjihøllina í Klaksvík mælir til, at upptøkutól verða sett upp í høllini fyri at betra um trygdina, og fleiri starvsfólk skulu setast

 

Klaksvík: Trygdin í svimjihøllini í Klaksvík skal verða í hásæti. Tí skulu fleiri starvsfólk setast, og upptøkutól skulu setast upp í høllini.

Hetta sigur ein brúkarabólkur í tilmæli til Klaksvíkar kommunu. Bólkurin, sum var var mannaður við Tinu Purkhús, Dánjal Poulsen og John Færø, varð valdur av Klaksvíkar kommunu til at veita ráðgeving í sambandi við høvuðsumvælingina av svimjihøllini.

Svimjihøllin í Klaksvík skal umvælast fyri 25 milliónir krónur komandi árini, og mest átroknadi umvælingarnar byrja í summar.


Kameravakt

Brúkarabólkurin heldur, at hyljarnir og nýggja skreiðibreytin í høllini skulu tryggjast við upptøkutólum, sum kunnu fylgjast frá vaktarrúminum og billetsøluni.

? Allar nýmótans høllir eru kameratryggjaðar í dag, umframt at lívbjargarar ganga fasta vakt um hyljarnar upp á skift við kameravaktina, vísir bólkurin á.

Umframt upptøkutól í høllini, undirstrikar brúkarabólkurin, at tað verður neyðugt at seta fleiri starvsfólk eftir umvælingarnar.


Onnur uppskot

Í leygardagsblaðnum greiddu vit frá, at brúkarabólkurin mælir til, at fleiri broytingar verða gjørdar í umvælingarætlanini.

Harafturat hevur bólkurin eisini umrøtt alternativ til ætlaðu umvælingarnar.

Bólkurin nevnir í stuttum aðrar møguleikar, so tað í framtíðini verður lættari at útbyggja høllina við 50 metra hyli, kemur tað upp á tal.

Eitt uppskot er eisini at byggja nýggjan hyljapart vestur úr høllini, hava verðandi svimjihøll opnað til nýggju hyljarnir eru lidnir, og síðani brúka svimjihøllina til frítíðarhøll við ymsum tilboðum.