Fleiri størv í vanda

Nú Maersk Air tann 31 oktobur gevst við at flúgva til Føroya, eru fleiri fólk, sum starvast við at innskriva ferðafólka, lasta og vaska flogfarið, í vanda fyri at missa starvið.

Síðani Maersk Air fór at flúgva til Føroya í 1973, hevur Flogfelag Føroya tikið sær av at avgreiða danska flogfarið á flogvøllinum í Vágum. Flogfelagið er tað, sum verður handling-agent hjá Maersk Air í Føroyum, men henda funktión dettur sjálvsagt niðurfyri í heyst. Stjórin á Flogfelagnum, Uni Danielsen, sigur, at eini 12 til 15 fólk eru í vanda fyri at missa starvið.

Vónar Atlantsflog yvirtekur starvsfólk
Eini 12-15 fólk, sum eru í starvi hjá Flogfelag Føroya, arbeiða millum annað við flogfarinum hjá Maersk. Hetta eru fólk, sum lasta og vaska flogfarið, um framt tey, ið taka sær av at innskriva ferðafólkini. Hesar funktiónir detta sjálvsagt burtur 31. oktobur, men Uni Danielsen sigur, at enn er eingin avgerð tikin viðvíkjandi hesum starvsfólkum. Hann sigur tó, at fleiri av hesum fólkum hava eisini aðrar arbeiðsfunktiónir, og tí verður vónandi ikki neyðugt við einari rúgvu av uppsøgnum.
Tað er tó eisini útlit fyri, at á øðrum arbeiðstørvurin hjá Flogfelag Føroya at vaksa, nú Maersk Air gevst, og Atlantsflog samstundis økir sítt túratal. Tann matur, ið ferðafólk umborð fáa borðreitt umborð á flogførunum hjá Atlantsflog, verður tilgjørdur á Hotel Vágum, sum Flogfelag Føroya eigur. - Tá ið Atlantsflog økir sítt túratal, merkir tað óivað, at størri tørvur verður á hesum matpakkum, sum vit gera á hotellinum, og tað kann so eisini merkja fleiri arbeiðspláss á tí økinum, sigur Uni Danielsen.

Vistu av ongum
Tað kom ógvuliga óvart á leiðsluna í Flogfelag Føroya, at Maersk Air í farnu viku boðaði frá, at felagið fór at gevast við at flúgva til Føroya. - Vit vistu av ongum, fyrr enn vit frættu tíðindini í fjølmiðlunum, og tí kom tað ógvuliga óvart á okkum, sigur Uni Danielsen, stjóri á flogfelagnum. Hann heldur, at tey hevði hóskað seg betur, um Flogfelag Føroya sum handling-agentur hjá Maersk Air í Vágum bleiv kunnað, áðrenn tíðindini bórust í fjølmiðlunum. - Eg hevði væntað, at Maersk fór at kunna okkum frammanundan, hóast ryktini leingi hava ljóðað, sigur stjórin á flogfelagnum.
Uni Danielsen sigur, at avgerðin hjá Maersk Air ikki at hava stórvegis ávirkan á Flogfelag Føroya, burtursæð frá, at ein partur av teirra virkisøki dettur burtur