Fyrrapartin í gjár, og til miðdags, varð løgreglan á ferð á Kaldbaksvegnum við tí endamáli at kanna teir størri bilarnir, sum koyra har, bæði lastbilar, treylarar og vøruvognar.
Í hesum sambandi vórðu fleiri bilar steðgaðir, og nakrir av teimum vórðu eisini skrivaðir upp, tí teir høvdu brek av ymsum slagi. Umframt at bilførarin fær bót, var brekið á onkrum førum so mikið stórt, at eigarin eisini fær bót.
Í hesum sambandi varð eisini ein bilin førdur á Akstovuna til nágreiniligari kanningar, tí mett var, at brekið var so mikið álvarsligt, at tað átti at kannast nærri. Og tá ið tað verður gjørt, er tað tí, at løgreglan vil vita, um grundarlag er fyri at geva bilføraranum klipp í koyrikortið, ella tað, sum verri er.
Løgreglan sigur, at tveir lastbilar, og ein vøruvognur vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt, á tveimum lastbilum vóru dekkini so illa slitin, at tey vóru ólóglig og í tí eina førinum, var støðan mett at vera so álvarslig, at eisini tann, sum eigur lastbilin, fær bót.
Í tí eina førinum vóru lyktirnar ikki eftir forskriftunum og í einum føri var brekið so mikið lítið, at førarin slapp við eini átalu
Løgreglan sigur, at nettupp tað, at kanna teir størru bilarnar, er eitt arbeiði, sum hevur ligið á láni hjá teimum, so tað fara tey at gera meiri burtur úr í komandi tíðum.