Týskland hevur nú eisini fyribils steðga við at koppseta við koppingarevni frá AstraZeneca eftir frágreiðingar u,m vanda fyri blóðtøppi. Tað upplýsir heilsumálaráðið í Berlin sambært tíðindastovuni Focus.
Sama støða er eitt nú í Frankaríki og í Italia.
Tey trý stóru ES londini ger harvið eins og fleiri onnur lond, sum eru steðgað við at nýta koppingarevni frá AstraZeneca og Oxford University fyribils.
Orsøkin er stúranin fyri trygdini, eftir at staðfest er í Noreg, Danmark, Eysturríki og Italia einstøk føri við blóðtøppuk hjá fólki, sum hava fingið koppingarevnið.
Enn er ikki staðfest, at samband er millum koppingarevnið og blóðtøpparnar. Tað verður kannað í løtuni.
Ákærumyndugleikin í norðuritalska landspartinum Piemonte boðaði fyrr í dag frá, at myndugleikarnir hava lagt hald á 393.000 skamtar av AstraZeneca koppingarevni.
Í dag komu upplýsingar í Noreg fram um, at tey kanna eitt andlát eftir eina koppseting. Tann deyða kvinna, sum var undir 50 ár, var ein av trimum sjúkrahússtarvsfólkum, sum varð innløgd við blóðtøppi eftir at hava verið koppsett.
Tað er tó ikki staðfest samband millum koppingarevni og tey trý sjúkuførini, leggja myndugleikarnir dent á sambært norsku tíðindastovuna NTB.
Sambært AstraZeneca hevur ein greining hjá heiligvágsfelagnum av fleiri enn 17 milliónum koppingarskamtum ikki víst tekin um øktan vanda fyri blóðtøppi í lungum ella í beinum ella eina minking av blóðlikamum.
/ritzau/AFP