Fleiri spyrja um summarhús á Sandi

- Tá tey fyrstu summarhúsini standa liðug seinni í hesum árinum, verða tey víst fram, sigur fíggjarleiðarin hjá Articon.

Tey 12 summarhúsini, sum byggifelagið Articon fer at byggja handan Hamralið á Sandi, eru nú lýst til sølu. Í eina tíð hevur verið arbeitt við at planera og gera lendið klárt til bygging, og nú er klárt at stoypa sokkulin undir teimum fyrstu húsunum.

 

Elementini til fyrsta summarhúsið eru klár, og ætlanin er, at hetta húsið skal standa uppi til framvísingar seinni í hesum árinum. Talan er um tvær støddir av summarhúsum, ávikavist 66 og 54 fermetrar í stovuhæddini - og báðar støddirnar hava 18 fermetrar aftrat á loftinum.

 

Orsøkin til, at so stórur munur er á fermetratalinum í niðaru og ovaru hæddini er, at húsini í stóran mun eru opin upp í tróðurið, og so er eitt hems - ella bitapallur sum tað eitur á føroyskum - á loftinum. Øll húsini hava køk og stovu saman, wc við bað og trý kømur, tvey í neðra og eitt í erva.

 

Niclas Joensen, fíggjarstjóri hjá Articon, sigur, at um sølan fer at ganga væl, verða øll húsini liðug næsta ár.

 

- Jú, vit halda, at hetta er ein spennandi verkætlan. Summarhúsini verða bygd í náttúruvøkrum umhvørvi - avsíðis - men kortini so beint við bygdina á Sandi. Hetta er ikki nøkur velduga stór verkætlan hjá Articon, men vit eru spent eftir at vita, hvussu áhugin verður.

 

Hann sigur, at húsini kunnu leverast lyklaklár, men tey kunnu eisini keypast innilokaði, soleiðis at keyparin sjálvur ger tey liðug. Fíggjarstjórin vísir á, at prísirnir á húsunum eru eitt sindur ymiskir - alt eftir stødd, og hvussu tey liggja í økinum.

 

Niclas Joensen sigur, at tey eru mong, sum hava ringt og spurt seg fyri, men hann dugir ikki at meta um, hvør veruligi keypshugurin er. Nú felagið hevur fingið meklarafyritøku at lýsa húsini til sølu, fæst, sum tíðin gongur, neyvari at síggja, hvør áhugin er.

 

- Tað eru fleiri, sum ynskja sær eini spildurnýggj summarhús við øllum hentleikum í slíkum umhvørvi á Sandi, sum handan Hamralið er. Tá tey fyrstu húsini standa liðug á summarhúsøkinum seinni í hesum árinum, verða tey víst fram, sigur fíggjarleiðarin hjá Articon.