Fleiri spyrja um økir til vinnu

Tað er ymiskt, sum tørvirnir eru, og tí verða grundstykkini á nýggja vinnuøkinum í Gøtudali lagað eftir ymiskum ynskjum.

Tað var hin 10. oktober í ár, at eigararnir av fyrsta vinnubygningi, sum er bygdur á nýggja vinnuøkinum í Gøtudali, kundu vinda Merkið á stong. Tað er Autolakkering, sum eigur bygningin, ið er umleið 600 fermetrar stórur og bygdur í tveimum hæddum.

 

Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, sigur, at Autolakkering hevur eitt grundstykki, sum er einar 3000 fermetrar stórt. Nýggja vinnuøkið í Gøtudali er tilsamans umleið 15.000 fermetrar, og her er tískil pláss fyri nøkrum slíkum bygningum, sum bygninginum hjá Autolakkering.

 

Borgarstjórin veit at siga, at vinnuøkið ikki er sundurdeilt, undantikið tann parturin, sum nú verður bygdur. Hinvegin er tað mesta av økinum umbiðið, men í Eysturkommunu hava tey ikki givið fleiri byggiloyvi enn hetta hjá verkstaðnum.

 

- Tað er ymiskt, hvørjir tørvirnir eru, og tí verða grundstykkini lagað eftir ynskjunum hjá teimum, sum vilja byggja her. Helst sleppa einir tríggir veitarar aftrat inn á nýggja vinnuøkið, sigur borgarstjórin, Jóhan Christiansen, sum tó ikki hevur hug at siga, hvørjir aðrir hava biðið um pláss á økinum.

 

Tað hevur tikið sína tíð at gera ein veruligan veg til nýggja vinnuøkið, og eitt nú skal SEV eisini inn á økið við sínum instalatiónum. Borgarstjórin ásannar, at alt bíðar eitt sindur í hesum døgum, nú so nógv ferð er á samfelagshjólunum, og kanska kann sigast, at partarnir líka sum hava bíðað eftir hvørjum øðrum.

 

Eysturkommuna hevur nøkur øki til ymiska vinnu kring um í bygdunum, men hesi eru ikki planerað. Á Kráartanga í Leirvík hevur kommunan tó eitt stórt og planerað vinnuøki aftrat, sum helst er einar 12.000 fermetrar stórt. Økið liggur niðri við grótkastið, tá tú kemur til Leirvíkar úr Norðoyatunlinum.

 

- Økið á Kráartanga í Leirvík hevur verið brúkt til goymslu av gróttilfari, men hetta er nú burtur. Fyrispurningar eru eisini um ymiska bygging á hesum øki, og her kann eitt nú vera talan um goymslur, tænastufyritøkur og handlar, sigur Jóhan Christiansen.