Fleiri spurningar

Sum vant eru oddaliðini favorittar, men á Skála tykist ein av avgerandi dystunum um bronsumerkini at vera sunnudagin

Hondbóltur ? menn

Fult umfar er á skránni í hondbóltskappingini hjá monnum hetta vikuskiftið, og ikki minst er tað stóra óvissan um bronsumerkini, sum skapar spenningin í løtuni.

Greiðir favorittar
Í dystunum um bronsuna eru tað bara teir báðir gullbiðlarnir, VÍF og Neistin, sum ikki taka lut, og tey eru sjálvsagt favorittar, tá tey skulu royna seg.
Longu leygardagin leggur VÍF fyri, tá teir á heimavølli skulu takast við kollfirðingar. Ein uppgerð, sum ofta hevur givið bæði harðar og spennandi dystir, men har vestmenningar aloftast hava verið við yvirlutan.
Verður sæð burtur frá Neistanum, so hava vestmenningarnir tó ikki havt rætta spælið frammi seinstu tíðina, og so er spurningurin, um VÍF nú veruliga hevur fingið glið á aftur, ella um talan mikukvøldið bert var eitt serstakt fyribrigdi.
Somuleiðis er Neistin favorittur, tá teir í Havn fara at takast við Kyndil. Neistin vann báðar dystirnar móti grannunum í grundspælinum, og mett eftir leikarahópunum, so eigur sigurin eisini at vera vísur hesaferð.
Sum hjá ´VÍF, so er spurningurin her helst, hvussu oddadysturin mikukvøldið hevur ávirka, og her líkist tað einum »antn ella«. Antin fer Neistin nú niður við flagginum, soleiðis at teir veruliga eru til at tosa vi hjá hinum liðunum, ella vilja teir nú prógva, at mikukvøldið var eitt mistak, og um tað hendir, so kann tað gerast alt annað enn stuttligt at vera mótstøðulið teirra.

Bronsan
Á pappírinum tykist mest spennandi uppgerðin vera á Skála, har H71 vitjar StÍF. Hetta eru liðini, sum fram um hini hava verið mett sum bronsukandidatar, men stóri trupulleikin higar til hevur verið, at hvørki teirra hevur havt nakað støðugt spæl.
Strandingar hava tó ofta havt fyri at spælt væl eftir vetrarsteðgin, so tað bendir kanska á ein heimasigur, og skal rætt verða rætt, so sannførdi avrikið hjá hoyvíkingum fyri viku síðani als ikki um, at hoyvíkingar fara at gera tær nógvu skreytirnar í endaspælinum.