Oljuleiting
Analysa
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Tað eru gingnir tríggir mánaðir, síðani boripallurin Transocean Rather setti borin í undirgrundina á Williamleiðini á føroyska landgrunninum. Hetta er sætti brunnurin síðani hol varð sett á føroyska oljuævintýrið fyri skjótt átta árum síðani. Hinir fimm brunnarnir hava ikki víst olju ella gass í brúkligum nøgdum, tó at ein virkin kolvetnisskipan er staðfest í undirgrundini.
Øll eygu eru í løtuni vend móti Williamleiðini á landgrunninum. Sosialurin hevur roynt at sleppa sær umborð á boripallin, men vegna trygdina hevur hetta ynski okkara ikki vunnið frama. Tí varð roynt stytri leiðina, BP skrivstovuna Yviri við Strond. Hýrurin varð góður á fólki, tá vit fingu innferðarloyvi, tó at hetta ikki nýtist at hava nakað við boriúrslitið at gera. Á 2. hædd sita tríggir serfrøðingar frá BP í Onglandi og eitt umboð fyri borifelagið Transocean Rather. Oddamaðurin fyri sjálva boringina, harra Truemann er blíður og fryntligur, men hevur ikki so góðan hug at tosa um boringina. Hann situr við ein stóran telduskíggja og hyggur at seismikkinum. Vit loyva okkum sjálvandi at spyrja, hvussu gongst.
-Vit bora framvegis. Tað er tað einasta, sum hann vil siga og vísir til, at talan er um ”tight hole status”, tvs. at eingir upplýsingar verða latnir til almenningin. Sum skilst hevur gingið misjavnt við boringini. Vetrarveðrið hevur tarnað arbeiðinum nakað. Nú borað hevur verið í 90 dagar er greitt, at komið er rættiliga langt niður. Herfyri frættist, at borurin var komin niðar á góðar 3000 metrar. Samlaði teinurin er 4750 metrar.
Alt Føroya fólk og oljuheimurin bíða við spenningi eftir úrslitinum. Nú veðrið og ein øðrvísi jarðfrøði sum skilst hava tarnað boringini nakað er sannlíkt, at borað fer at vera langt út i februar mánað og møguliga inn í mars við.
Aðrir brunnar
Skuldi tað hent, at henda boringin verður turr, so merkir tað tó ikki, at oljuleitingin steðgar og føroyska leitiævintýrið er av. Sosialurin hevur roynt at hugt nærri eftir, hvørjar boriverkætlanir standa fyri framman á Atlantsmótinum komandi árini.
Seinni í ár fer oljufelagið Amerada Hess saman við eitt nú Dong og Chevron at bora ein rættiliga týdningarmiklan og avgerandi avmarkingar- og metingarbrunn á Camboleiðini á bretskum øki, tætt upp at føroyska markinum. Eisini fer Chevron saman við Statoil, Dong og OMV at bora nakrar nýggjar avmarkingar- og møguliga eisini útbyggingarbrunnar á nógv umrøddu Rosebankleiðini á bretskum øki eisini tætt upp at markinum.
Aðrir avmarkingarbrunnar, sum eru boraði á hesum báðum leiðum, Cambo og Rosebank, hava givið so mikið góð úrslit, at fyristøðufeløgini umhugsa útbyggingar.
Fara vit so inn á føroyska landgrunnin, standa tveir nýggir brunnar fyri framman. Annar teirra Anne Marie er nærhendis Cambokelduni. Hann verður boraður í 2009. Fyristøðufelagið er ENI. Hin brunnurin verður boraður í loyvi 008, á Súlu og Stelkurleiðini tætt uppat Rosebankkelduni. Hesin verður helst boraður tíðliga í 2009.
Tað áhugaverda við hesum brunnunum, sum verða boraðir á umrøddu fýra loyvum, er, at úrslitini bretsku megin markið kunnu fáa týdning fyri oljuleitingina við Føroyar sum heild. Sum Sosialurin skilur frá oljuserfrøðingum, ið hava kunnleika til bæði føroysku og bretsku undirgrundina, so verða allir hesar brunnar mettir at goyma kolvetni. Hetta er longu staðfest á Cambo og Rosebankleiðunum og skal nú endaliga svarið fáast, áðrenn sett verður á at byggja út. Teir báðir brunnarnir, sum borast skulu á Føroyøkinum, liggja í jarðfrøðiligum økjum, sum líkjast teimum bretsku megin markið.
Ikki endin
Samanumtikið kann sigast, at hóast Williamboringin verður eitt vónbrot, so verður tað ikki endin á oljuleiting við Føroyar. Leitiðvirksemi báðumegin markið fer at halda fram. Ja útlit eru entá góð fyri, at vit fara at síggja tvær framleiðandi oljukeldur á bretskum øki skamt frá markinum um ikki so mong ár. Hendir tað at framtíðar brunnarnir vit hava umrøtt her – á føroyskum øki – goyma kolvetni, tá kunnu hesir troyta bretska infrastrukturin í grannalagnum. Og her skulu vit eisini hava í huganum, at oljufeløg og breskir myndugleikar júst í hesi løtu arbeiða við eini verkætlan at menna gassfund vestan fyri Hetland samtíðis sum eitt undirstøðukervi verður útbygt.
Víst hevur Williambrunnurin størsta áhugan í løtuni. Vit eiga tó ikki at gloyma aðra týðandi leiting og møguliga útbygging, sum verður at fara fram á Atlantsmótinum komandi árini.