Fleiri spælarar uttanlands og innandura hallir

(Ljóðsamrøður frá Rás2) Hoyr Símun Samuelsen og André Olsen taka samanum EM-undankappingina

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar Rás2 hevði við fyrrverandi landsliðsleikaran, Símun Samuelsen, og við André Olsen, ítróttarskrivara hjá Miðlahúsinum, sum eisini er fyrrverandi U21 landsliðsleikari.

 

Báðir halda, at sæð burtur frá einum hálvum lúsingi í seinasta dystinum hevur føroyska liðið sjáldan staðið seg betur í einari undankapping, og kann síggja fram til komandi HM-undankapping við góðum treysti. Vit bóðu eisini André taka samanum tíðina hjá Fróða Benjaminsen og Christian Lamhauge Holst á landsliðnum.

 

Fleiri spælarar uttanlands, og innandura fótbóltshallir eru tó fyritreytir fyri framhaldandi menning.