Talið á koronasmittaðum frá fríggjadegnum er nú farið upp á 11, og sostatt eru samanlagt 91 koronusmittað í Føroyum í løtuni.
Tað er greitt, eftir at seinastu kanningarnar frá fríggjadegnum eru avgreiddar.
Upprunaliga varð boðað frá, at átta nýggir tilburðir vórðu staðfestir fríggjadagin. Tó vóru ikki allar kanningarnar lidnar, tí tær vóru so nógvar í tali, men nú komið er á mál við kanningunum, vísa tølini, at trý fólk eru løgd aftrat teimum átta, og sostatt er samlaða talið 91 koronusmittað.
Tað eru framvegis 729 kanningar frá 8. august, ið ikki eru lidnar enn.