Fleiri smærri skaðar í vindinum í gjár

Løgreglan fekk í gjár fleiri fráboðanir um smærri skaðar í nógva vindinum.

 

(savnsmynd)

– Talan var ikki um stóran skaða, men nakrar smærri skaðar, sum minna okkum á, at nú er tann tíðin komin, har vit skulu ansa eftir tí, sum liggur uttanfyri, og taka trampolinir niður, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Ein fráboðan var um eitt vindeyga í Hoyvík, sum varð loysnað í vindinum. Í Klaksvík fóru takplátur og tilfar á flog við eini hús, sum vóru undir umvæling. Sløkkiliðið í Klaksvík kom eigaranum til hjálpar og fekk tryggjað tilfarið. 

Við Norðskála kom ein fráboðan um takplátur á einum neysti, sum var um at ríka. Og í Mikladali kom ein frágreiðing um eina hitapumpu uttan á einum húsi, sum var loysnað í vindinum.

 

 

(savnsmynd)