Higartil í ár hava 4.478 fleiri ferðafólk ferðast um flogvøllin samanborið við somu tíð í fjør. Hetta svarar til 4,8 prosent.
Í prosentum er vøksturin størstur á noregsleiðini, men tey tølini eru væl lægri enn á flúgvingini millum Føroyar og Danmark.
Síðst í juni byrjaði flúgvingin í sambandi við virksemið hjá Statoil, og henda flúgving fer at økja um virksemið á flogvøllinum í Vágum.
Annars upplýsir Jákup Sverri Kass, forstjóri í Vága Floghavn, at norsk ferðafólk hava størri áhuga fyri at koma til Føroya, enn tey høvdu í fjør.
Síðan flogbreytin í Vágum varð longd úr 1.250 metrum til 1.799 metrar, eru væl fleiri heilt smá flogfør lend í Vágum.
Hetta eru flogfør, sum taka millum tvey og tíggju fólk.
Talið av smærri flogførum, sum eru komin úr øðrum londum enn Danmark, er økt úr 71 til 95. Hetta er 25 prosent vøkstur.
Nøkur av hesum flogførum steðga í nakrar tímar, onnur upp í tveir dagar.