Tveir bilførarar vórðu tikinir fyri rúsdrekkakoyring. Annar rendi á kirkjugarðin við Velbastaðvegin tíðliga sunnumorgunin. Fólk sóu tilburðin og boðaðu løgregluni frá. Bæði maður og bilur vórðu funnir seinni, og bilførarin verður skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. Hin varð tikin av løgregluni, tá hon gjørdi ferðslukanningar sunnumorgunin.
? Annars hava eini fimm ella seks smærri óhapp verið um vikuskiftið, men tey hava fyri tað mesta verið av ósketni. Fólk hyggja seg ov illa um, tá tey eitt nú skulu bakka, og tí henda óhapp, men tíbetur hevur ongin persónur fingið skaða, sigur vakthavandi.










