Fleiri sleppa at fiska

Truplar reglur hava forðað ungum grønlendingum at fáa lut í fiskinum, men nú er hetta broytt.

Eftir teimum nýggju reglunum verður tað munandi lættari hjá ungum monnum at fáa loyvi at fiska. Teir, sum hava útbúgving innan fiskiskap ella royndir á økinum, kunnu nú fáa undantaksloyvi at fiska, og teir, sum hava siglt við fiskifari, sum hevur roynt á nærleiðum eftir svartkalva, kunnu nú fáa egið fiskiloyvi.

 

Samstundis kemur ein serlig skipan, sum gevur monnum loyvi at royna eftir øllum fiskasløgum inni við land.

 

Myndugleikarnir siga, at málið við teimum broyttu reglunum er at geva fleiri ungum møguleikan at royna seg í fiskivinnuni. 

 

Fyritreytin fyri at fáa loyvi at fiska er, at umsøkjarin hevur bát og tann neyðuga reiðskapin.