Fleiri íslendingar flyta

Teir fyrstu níggju mánaðirnar í ár fluttu 6.762 fólk úr Íslandi, og av teimum vóru 3.475 íslendskir ríkisborgarar, skrivar Morgunblaðið. Sambært blaðnum er gongdin á leið tann sama sum í fjør, men ein munur er kortini, at í ár flyta fleiri íslendskir ríkisborgarar av landinum enn í 2008.

Hagtølini hjá myndugleikunum vísa, at teir flestu útlendingarnir, sum eru farnir úr Íslandi, eru farnir til Póllands.

Íslendingarnir, sum flyta, fara til Danmarkar, Noregs ella til Svøríkis, og í ár er tað serliga Noreg, sum er væl umtókt millum íslendingar, sum velja at fara til annað land.