Seinastu dagarnar hevur leikluturin hjá føroyingum í altjóða hjálpararbeiði aftur verið á dagsskrá. Í kjalarvørrinum av áhugaverdu og sera upplýsandi sendingini í sjónvarpinum um hjálp til Liberia, varð í morgunsendingini hjá útvarpinum hjá Kringvarpinum spurt um, hvør munurin er á menningarsamstarvi og menningarhjálp. Málmaðurin helt, at tað fyrst og fremst snýr seg um politiskan retorikk, tá ið tað heldur enn menningarhjálp verður tosað um menningarsamstarv.
Hvørja ferð, tá ið hesin spurningurin verður viðgjørdur, so verður víst á, at vit ikki liva upp til tað, sum ST hevur ásett at vera minsta kravið til menningarhjálp. Tað er 0,7 % av BTÚ. Almenna føroyska hjálpin er væl minni enn so, men tað gongur spakuliga rætta vegin.
Viðhvørt – men ikki altíð – tá ið hesin spurningurin verður viðgjørdur, so verður eisini minst á, at Føroyar og føroyingar á so mongum frontum eru við í altjóða menningarhjálpararbeiði. Tað eiga vit at fegnast um, og tað er gleðiligt, at almenni myndugleikin viðhvørt stuðlar upp undir sovorðið arbeiði.
Í løgtinginum tykjast tað vera ymsar áskoðanir um, hvønn leiklut almennu Føroyar skulu hava í hesum sambandi. Tað sást henda dagin, tá ið eitt uppskot frá Sjálvstýrisflokkinum um, at trúboðarar uttanlands og onnur, sum tað varð tikið til, í manngóðum virki, framvegis skulu vera í føroyska fólkayvirlitinum, hóast tey eru búsitandi uttanlands.
Rættarnevndin mælti frá at taka undir við uppskotinum. Men undir orðaskiftinum kom so mikið av vend í, at uppskotið varð beint aftur í nevndina, sum nú hevur møguleika at leggja nýtt álit fram.
Undir orðaskiftinum varð nevnt, at hesi fólkini eru okkara bestu altjóða umboðsfólk ella ambassadørar – kanska betri enn fótbóltslandsliðið. Yvirornaða málið er at bera gleðiboðskapin fram. Men í strembanini at røkka málinum halda tey tað vera neyðugt við so mongum øðrum. Eitt er, at tey læra fólk at lesa og skriva. Í tí sambandi er viðhvørt neyðugt at gera nýtt skriftmál, og fleiri dømi eru um, at føroyingar hava flutt heilagu skriftirnar yvir í nýtt skriftmál! Eisini verða stór tøk tikin eitt nú á heilsuøkinum og á tí, sum vit kalla fyri almennaøkinum.
Í hesum døgum vitjar Logos Hope í Føroyum. Tað eigur at verða virt og skattað, at føroyingar tóku stór tøk fyri at gamla Norrøna skuldi gerast hjálparskip. Føroyingar hava stuðlað fíggjarliga, og føroyingar hava hjálpt til í umbyggingini, eitt nú í maskinrúminum. Føroyingar eru á manningarlistanum, og móttøkan, sum almennu Føroyar góvu skipinum var tignarlig.
Enn er langt á mál at røkka 0,7 % av BTÚ í almennari hjálp. Men virksemið á sjógvi og landi og kring allan heimin, har føroyingar eru uppi í eigur ikki at verða gloymt, meðan vit arbeiða við at røkka málinum, sum ST hevur sett.
Sosialurin