Fleiri skylda nógv – men færri skylda heilt nógv

Landsbankin hevur gjørt upp, hvussu stóra skuld tey føroysku húsarhaldini hava

 

 

 

Myndin niðast í greinini vísir, hvussu nógv húskir í Føroyum hava skuldarlutfall omanfyri trý. Skuldarlutfall vísir, hvussu stór skuldin er afturímóti allari inntøkuni hjá einum húski um árið – fyri skatt.

 

Vanliga mæla bankarnir til, at fólk skulu ikki skylda meiri enn 3,5 inntøkuna hjá húskinum um árið. Tað mesta av tí, fólk skylda, er sethúsalán. Tilsamans vóru eini 18.660 húski í Føroyum í fjør, men 1.415 húski skyldaðu meiri enn tríggjar ferðir inntøkuna.

 

Og av teimum 1.415 húskjunum høvdu 708 húski eitt skuldarlutfall var var ímillum tríggjar og fýra ferðir inntøkuna og 281 húski høvdu eitt skuldarlutfall ímillum fýra og fimm. Men so vóru tað eisini 426 húski, sum høvdu eina skuld, sum var meiri enn fimm størri enn tað, tey tjentu.

 

Landsbankin sigur, at sostatt høvdu 7,6 prosent av føroysku húskjunum tilsamans eitt skuldarlutfall, sum var omanfyri trý.

 

Men Landsbankin sigur, at verður ein skuld upp á tvær milliónir brúkt sum eitt dømi, eru 3,7 prosent av húskjunum, sum skylda meiri enn tríggjar ferðir inntøkuna í fjør. Í 2020 var sama talið 600 húski, og hyggja vit longur aftur til 2014, tá tað var lægst,  

 

vóru tað 276 húski, sum høvdu eina skuld omanfyri tvær milliónir, og sum eitt skuldarlutfall, ið var  hægri enn trý.

 

– Talið á húskjum, sum skylda omanfyri tvær milliónir, og hava eitt skuldarlutfall upp á meiri enn trý, er størri í Suðurstreymoy enn aðrastaðni í landinum. Hetta er sjálvandi tí at sethúsaprísirnir eru hægri í miðstaðarøkinum. Í Suðurstreymoy vóru tað 551 húski, sum høvdu eitt skuldarlutfall omanfyri trý í 2021 og tað svarar til 75 prosent av teimum húskjunum, sum skylda meira enn tvær milliónir og sum hava eitt skuldarlutfall, sum er hægri enn trý.

 

Sum myndin vísir, eru tað færri, sum hava eina ovurstóra skuld, sum er yvir fimm ferðir so nógv, sum tey tjena, men tað eru fleiri, sum skylda ímillum tríggjar og fýra ferðir so nógv, sum tey tjena um árið.

 

##med2##