- At hava eina internetfría viku í skúlanum, er eitt læruríkt átak og tað áttu fleiri skúlar at roynt.
Tað heldur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum.
Vit hava spurt hann, hvat hann heldur um átakið í skúlanum í Runavík, har ein níggjundi flokkur var internetfríur og fartelefonfríur í eina viku.
Les eisini: Næmingarnir hildu at tað var garvilt
- Tað er einki at ivast í, at líka so hent, internet kann verða í undirvísingini, líka so órógvandi kann tað eisini verða, heldur hann.
- Útboðið á internetinum er so stórt og fjølbroytt, at tað kann verða ringt at seta mark fyri, nær tilfarið, ella brúkið av talgildum tólum, er skúlaviðkomandi ella ikki
Herálvur Jacobsen sigur, at tað ávirkar sjálvandi skúlagongdina hjá næminginum, tí internetið er við til at gera næmingarnir ófokuseraðar, og er við til at gera, at teir ikki fáa tað burtur úr, sum teir skulu.
- Internetið er ein partur av gerandisdegnum og skal sjálvandi ikki takast úr skúlagongdini. Men tað átti at verið avmarkað, hvussu frítt tað er at nýta internetið.
Hinvegin heldur hann eisini, at ein internetfrían skúla, tað kunnu vit gloyma alt um.
Men so veldst eisini um, hvat internetið verður brúk til.
- Situr ein bert á ymsum heimasíðum, so sum facebook, kann tað vera negativt. Men tað kann eisini vendast hinvegin, at tað er positivt at hava internet, tí tað hevur ótømandi møguleikar til samskifti, undirhald og læring. Og tað eigur skúlin at gagnnýta, sigur formaðurin í Lærarafelagnum.
- Tað er neyðugt við interneti, men tá ið næmingarnir sita við Ipadi, telefonum o.ø. kann tað verða rættiliga tungt hjá læraranum at fáa næmingarnir í gongd við tað bókliga.
Herálvur legði eisini afturat, at tað, tey í skúlanum við Løkin hava gjørt, er ''slett ikki so býtt, og sera spennandi''
- Tað er gott at fáa ein annan vinkul uppá tingini og at vita hvussu tað er við ongum interneti.
Hann heldur, at tað er áhugavert at næmingarnir halda, at brúkið, serliga av telefon, broytir samveruna ímillum teir.
- Og brúka nakrir næmingar veruliga so nógva tíð á internetinum sum tey siga, misrøkja tey bæði vinarlagið, og onnur áhugamál, sum hoyra ungdóminum til, sigur Herálvur Jacobsen. |