Fiskivinna
Seinastu dagarnar hava fleiri skip og bátar landað í Sørvági, og landingarmiðstøðin hevur soleiðis bæði landað ísfiskatrolarar, línuskip, garnaskip og útróðrarbátar.
Partrolararnir Vesturvarði og Vesturskin hava verið inni við 200.000 pundum. Royndin var einar 10 dagar, og meginparturin av veiðini var upsi.
Línubáturin Kambur hevur eisini landað í Sørvági í vikuni. Teir høvdu bert fáar setur á hesum túrinum, og veiðan var eini 50.000 pund.
Sum skilst, hava fleiri línuskip, sum ikki eru undir Íslandi, roynt vestur úr Mykinesi.
Garnabáturin Drelnes landaði í vikuni eini 20.000 pund av havtasku í Sørvági.
Á Landingarmiðstøðin í Sørvági hava tey annars landað fleiri størri og smærri útróðrarbátar seinastu dagarnar. Onkur bátur hevur havt upp í eini 8.000 pund og onkur hevði 5.500 pund.
Fleiri smærri útróðarbátar hava eisini verið á floti, tá tað hevur viðrað.
Í Sørvági vænta tey annars Havbúgvan ein av næstu døgunum.
Havbúgvin, sum er heimahoyrandi í Sandavági, roynir við línu undir Føroyum og leggur veiðina upp í Sørvági.