Eini 5-6 línuskip koma inn at landa mánadagin ella týsdagin. Skipini hava mest brosmu og longu og so nakað av toski.
Tað sigur Fiskamarknaður Føroya í sínum metingum fyri næstu viku.
Lagt verður aftrat, at nakrir aðrir línubátar eru úti. Teir koma inn at landa eftir páskir. Eisini hesir hava mest brosmu og longu.
- Møguliga fer onkur línubátur í eitt øki vestanfyri, sum letur upp hin 1. apríl. Har fáa teir mest hýsu og tosk.
Streymurin verður góður, og veðrið sær út til at blíva gott, serliga fyrst í vikuni.
- So, vit vænta nógvan útróður, sigur marknaðurin.
Tríggir djúpvatnstrolarar eru eystanfyri og fiska svartkalva, meðan restin fiskar upsa. Væntandi koma nakrir, sum fiska upsa, inn ígjøgnum vikuna sum kemur.
- Vit rokna eisini við, at tveir av teimum, sum fiska svartkalva, koma inn síðst í næstu viku. Tann triðji kemur helst ikki inn í vikuni.
Allir partrolararnir eru eystanfyri og fiska upsa. Fiskiskapurin er heldur lakari nú. Skipini koma inn sum næsta vika gongur.
- Trolbátarnir liggja allir inni í dag, men fara væntandi út sunnukvøldið, tá eitt økið norðanfyri letur upp. Har fáa teir vanliga mest tosk og so nakað av hýsu.
Tvey garnaskip, sum landa í Føroyum, eru til fiskiskap. Ein fiskar havtasku og ein fiskar svartkalva. Báðir landa væntandi mikudagin.










