Hesa vikuna fór fyrsta av trimum skipum hjá Strandferðsluni á beding. Komandi vikurnar verða umvælingar og viðlíkahald gjørd umborð á fyrst Sildberanum og síðani umborð á Ternuni og Rituni. Hetta merkir, at onnur skip verða sett at røkja siglingina á skúvoyarleiðini, nólsoyarleiðini og svínoyar- og fugloyarleiðini, boðar Strandfaraskip Landsins frá í dag.
Hóast tey trý skipini falla frá eftir túri, er ætlanin at ferðaætlanin skal haldast. Tó fer Sam eitt skifti at røkja farmaflutningin millum Havnina og Nólsoy.
Fyribils er Sildberin farin á beding, og Súlan røkir siglingina á skúvoyarleiðini fram til 21. septembur.
Frá mánadegnum 12. septembur verður Ritan á beding fram til 18. septembur og Sildberin røkir siglingina á svínoyar- og fugloyarleiðini. Eisini Ternan fer á beding 12. septembur fram til 23. septembur. Mánadagin 12. septembur, tá Ternan fer á beding, siglir Ternan fyrsta túr úr Tórshavn kl. 06:55 og úr Nólsoy kl. 07:20 og síðani siglir Jósup smbr. galdandi ferðaætlan til Ternan kemur aftur av beding.