Fleiri skaðar góvu verri úrslit

Ársúrslitið hjá Trygd gjørdist nakað væl verri í ár enn í fjør. Avlopið er nærum skorið í helvt, og tryggingartekniska úrslitið, sum vísir hvussu sjálvt kjarnuvirksemið stendur seg, vísir eina afturgongd á nærum fimm milliónir krónur

Avlopið áðrenn skatt var 7,9 milliónir krónur í ár, samanborið við 15,3 milliónir krónur árið fyri. Alopið eftir skatt var 6,5 milliónir krónur, í mun til 12,5 milliónir krónur í 2014. Inntøkurnar vóru tó eisini nakað hægri. Bruttoinntøkurnar frá tryggingargjøldum hækkaðu við 4,9 milliónum krónum, og inntøkurnar frá tryggingargjøldum fyri egna roknin hækkaði við 3 milliónum krónum.

Orsøkin er, at Trygd hevði stóra tilgongd av nýggjum viðskiftafólkum í 2015. Hetta merkir, at talið á inntøkum hækkar, men eisini talið á útgjøldum fyri skaðar. Úrslitið var tó í samsvar við væntaninar hjá leiðslu felagsins.

- 2015 var eitt gott ár hjá Trygd, og vit eru væl nøgd við úrslitið. Okkara dugnaligu starvsfólk arbeiða hvønn dag við at menna okkara tænastur, soleiðis at vit kunnu bjóða føroyingum nútímans tryggingar fyri kappingarførar prísir. Vit eru tískil sera fegin um, at vit aftur í fjør megnaðu at styrkja okkara støðu á føroyska tryggingarmarknaðinum, sigur Janus Thomsen, stjóri.

Skaðaendurgjøldini í 2015 vóru munandi hægri enn í 2014. Serliga fyrra hálvár var merkt av fleiri størri og miðalstórum eldskaðum, umframt at skaðarnir sum heild hava verið fleiri enn undanfarin ár. Orsøkin er lutvíst, at Trygd hevur fingið fleiri viðskiftafólk, og at skaðarnir tískil eisini eru fleiri í tali.

Eginogn felagsins var 69,6 mió. kr. við árslok 2015. 2 mió. kr. verða útlutaðar í vinningsbýti til móðurfelagið, BankNordik, fyri árið 2015.

Ársroknskapurin í stuttum
- Avlopið áðrenn skatt var 7,9 mió. kr. samanborið við 15,3 mió. kr. árið fyri

- Avlopið eftir skatt var 6,5 mió. kr. samanborið við 12,5 mió. kr. árið fyri

- Tryggingartekniska úrslitið var 7,9 mió. kr. í 2015 samanborið við 12,5 mió. kr. árið fyri.

- Bruttoinntøkurnar frá tryggingargjøldum hækkaðu við 4,9 mió. kr. upp í 91,5 mió. kr.

- Inntøkurnar frá tryggingargjøldum fyri egna rokning hækkaðu við 3 mió. kr.

- Skaðaendurgjøld fyri egna rokning hækkaðu upp í 53,6 mió. kr. samanborið við 49,2 mió. kr. í 2014.

- Skaðaprosentparturin hækkaði úr 63,6 upp í 67,3.