Fleiri skógareldar í Portugal

Í Portugal stríðast umleið 1.000 sløkkiliðsmenn við at fáa tamarhald á fleiri skógareldum har norðuri í landinum. Myndugleikarnir siga, at talan er um einar 30 einstakar skógareldar, sum kyknaðu fyrr í vikuni nærhendis spanska markinum.

Í gjár sendu myndugleikarnir 120 sløkkiliðsmenn at forða fyri, at eldurin skuldi breiða seg til býin Vilar de Soente, og løgreglan noyddist at stongja fleiri vegir, samstundis sum myndugleikarnir bóðu fólk vera til reiðar at fara úr húsunum.

Í gjárkvøldið bað portugisiska stjórnin onnur ES-lond um hjálp til at sløkkja skógareldarnar, sum higartil hava kostað tveimum sløkkiliðsmonnum lívið. Fleiri aðrir

sløkkiliðsmenn hava fingið skaða, skrivar Reuters.