Gongur sum landsstýrismaðurin í mentamálum ætlar, sleppa føroyingar skjótt at síggja fleiri sjónvarpsrásir.
Á Landsfundinum hjá Fólkaflokkinum leygardagin, fortaldi Jógvan á Lakjuni, at hann arbeiðir fyri at geva føroyingum meiri fyri sjónvarpsgjaldið.
Tað, sum er farin at arbeiða fyri, er, at tey, sum betala sjónvarpsgjald, skulu fáa nakrar útlendskar rásir við í gjaldinum umframt Sjónvarp Føroya.
Hann vónar, at hetta kann bera á mál, so at føroyingar kunnu fáa einar fimm útlendskar rásir afturat Sjónvarp Føroya uttan at betala meiri í sjónvarpsgjaldi.
Í hesum sambandi nevndi hann almennu sjónvørpini í Noregi, DR og NRK.
Sum eina avleiðing av hesum sær hann fyri sær, at Sjónvarp Føroya bert skal gera føroyskar sendingar.
Hann vísir á, at eitt eitt endamál við Sjónvarpi Føroya, er, at tað skal vera við at varðveita og menna føroyskt mál og føroyska mentan og tí heldur hann, at tað er ein gongd leið at fara at lata Sjónvarp Føroya gera føroyskar sendingar burturav og brúka alla orku upp á tað.
Hann sigur kortini, at enn er ov tíðliga at siga nakað um, nær hann kemur á mál við hesum, ella um tað fer at eydnast yvirhøvur.
Í løtuni eru samráðingar við Føroya Tele um at brúka teirra sendinet til endamálið.