Fleiri sjúkrasystrar í starv

Besta og í longdini bíligasta loysnin á kreppuni á B6 er at seta fleiri sjúkrasystrar í fast starv

 

TíÐindaskriv

Hjálparlæknaráð Føroya


Støðan á deild B6 á Landssjúkrahúsinum er vorðin sera spent, og lítið røkist fyri einari loysn, nú 18 sjúkrasystrar hava sagt upp pr. 1.januar. Deildin er serdeild fyri ymsar medisinskar sjúkur, og sjúkrasystrarnar sum arbeiða har hava serkunnleika um hesar sjúkur. Fyri stuttum var eisini settur ein yvirlækni fyri serliga at vara av hesi deild, eftir at deildin ikki hevur havt ein yvirlækna við hesari funktiónini í fleiri ár.

Vónandi fer hesin serkunnleiki ikki í upploysn, nú útlit eru fyri, at deildin ikki kann virka sum higartil eftir 1. Januar 2001. Hóast umstruktureringar sum kunnu bøta um verstu avleiðingarnar fer hetta uttan iva at føra við sær verri viðurskifti á fleiri økjum. Fyrst og fremst fyri diagnostisering, viðgerð og røkt av sjúklingunum við áðurnevndu sjúkum, men eisini onnur viðurskifti sum t.d. útbúgvingarviðurskiftini fyri eitt nú yngri læknar.

Hjálparlæknaráð Føroya skilir væl, at sjúkrasystrarnar sum nú hava sagt upp hava ætlanir um at arbeiða via eitt vikarbureau fyri eina hægri tímaløn enn tímaløntar eru vanar við í løtuni. Sum er fáa tímaløntar sjúkrasystrar ikki kompensatión fyri, at tær ikki eru umfataðar av sáttmálarættindum sum t.d. pensjón, løn tá tær eru sjúkar og 1. sjúkradag hjá barni. Hinvegin heldur Hjálparlæknaráð Føroya ikki, at tað er gott fyri kontinuitetin at grunda arbeiðið hjá sjúkrasystrunum á eitt vikarbureau, sum eisini kann koma at kosta dýrt.

Við hesum í huga vil Hjálparlæknaráð Føroya heita á leiðsluna á Landssjúkrahúsinum at ganga krøvunum hjá sjúkrasystrunum á møti við at seta fleiri sjúkrasystrar í fast starv á B6. Hetta hevði forðað fyri, at deildin dettur niður fyri 1. januar, hevði tryggjað sjúkrasystrunum sáttmálaviðurkend arbeiðskor og í longdini verið ein bíligari loysn fyri Landssjúkrahúsið enn útlit eru fyri í løtuni.

Vónandi hevur leiðslan eisini vilja til at bøta um støðuna við t.d. brotnum og vantandi tólum á deildini, sum sjúkrasystrarnar hava víst tørvur er á.