Fleiri sjúklingar til Íslands

Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, og Álfheiður Ingadóttir, íslendski heilsumálaráðharrin, skrivaðu í gjár undir heilusamstarv millum Føroyar og Ísland. Avtalan sigur, at føroyskir yvirlæknar kunnu senda sjúklingar lætt og einfalt til Íslands.

Aksel V. Johannesen fegnast um avtaluna. Hann sigur, at tað er ein greiður fyrimunur fyri føroyska heilsuverkið.

- Vit fara helst at senda munandi fleiri sjúklingar til Íslands í framtíðini. Hagtøl benda á, at viðgerðin hevur hægri góðsku í Íslandi enn í Danmark. Bíðitíðin verður styttri, og vit spara eisini pengar við hesi loysnini, sigur Aksel V. Johannesen við Rás.

Hann greiðir frá, at íslendska Landspítali hevur ofta lítið at fáast við, og íslendski myndugleiki óttast, at starvsfólkini tí flyta av landinum at arbeiða. Avtalan er ein fyrimunur fyri Landspítali, sum fegin vil hava meira virksemi.