Hetta er tann tíðin, tá ið ungdómar fara av landinum í útbúgvingarørindum. Fótbóltsfeløg plaga at missa fótbóltsspælarar, og soleiðis verður tað nú hjá báðum finalufeløgunum GÍ og ÍF.
Viðhvørt plaga spælarar at ferðast heim í vikuskiftunum at spæla fótbólt. Um tað fer at verða soleiðis hjá onkrum spælara, er einki frætt um enn. Men tað er ein veruleiki, at ÍF í hvussu so er missir tveir spælarar, og at ikki færri enn fýra, sum hava verið á GÍ liðnum seinastu vikurnar, fara av landinum.
Fritleif í Lambanum hjá ÍF var longu farin niður, men hann kom heim at hjálpa til í finaluni. Nú fer Eyðolvur R. Petersen, sum í mong ár hevur verið ógvuliga trúgvur og drúgvur í ÍF, av landinum. Miðskeiðis í øðrum hálvleiki í finaluni varð Magni á Lakjuni skiftur út, og í ólavsøkublaðnum boðaði hann frá, at hetta var síðsti hjá honum dystur yvirhøvur í bestu deildini.
Í Gøtu verður mannfallið uppaftur størri næstu vikurnar. Sunvard Joensen og Leivur Hansen eru heima í summarfrí, og teir fara skjótt aftur til Keypmannahavnar. Súni Olsen var bara heima og vendi. Hann er longu farin aftur til Aalborg og AaB. Atli Gregersen hevur verið fastur fúsur í miðverjuni seinastu árini. Í hesum mánaðinum fer hann av landinum í útbúgvingarørindum, verður sagt úr Gøtu.