Hetta er góð tíð til fiskiskap, men vánalig tíð til veður. Góði upsafiskiskapurin, sum skipini høvdu, tá ið tey byrjaðu árið, hevur verið heldur lakari í seinastuni Í gjár landaði ísfiskatrolarin Vesturbúgvin í Vestmanna. Teir høvdu eini 170.000 pund. Vesturbúgvin partrolar saman við Eysturbúgvanum, sum landaði 155.000 pund á Sandi.
Ísfiskatrolararnir Bakur og Stelkur landaðu eisini í Saltangará í gjar. Teir høvdu smá 300.000 pund tilsamans.
Á Faroe Seafood siga tey, at Rókur og Lerkur koma inn at landa í dag. Teir høvdu eini 500 kør longu í gjár, sum er út við 300.000 pund.
Veðrið hevur verið skiftandi, og fiskiskapurin heldur lakari í seinastuni.
Vesturbúgvin og Eysturbúgvin, sum landaðu ávikavist í Vestmanna og á Sandi, vóru ikki fullir. Tað vóru Bakur og Stelkur heldur ikki. Væntandi er tó, at Rókur og Lerkur eru fullir, nú teir fara at landa.
Ísfiskatrolararnir Kalsevni og Grímur Kamban fara væntandi eisini at landa í dag, men vit hava ikki frætt, hvussu hesin túrurin hjá teimum hevur vignast.
Meginparturin av veiðini hjá ísfiskatrolarunum er upsi.










