Tá ferðslupatruljan hjá løgregluni gjørdi ferðmátingar inni í Firði í Kollafirði gjármorgunin millum klokkan 06.20 og 07.10, vóru fleiri, sum koyrdu ov skjótt. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at trý mál vórðu skrivað. Í einum føri fekk bilførari klipp í koyrikortið, tí hann koyrdi 78 km um tíman. Tveir fingu bót fyri at koyra ávikavist 72 og 73 km um tíman.
Seinni gjáramorgunin var ferðslupatruljan og gjørdi ferðmátingar á Fuglafjarðavegnum. Hetta var millum klokkan 10 og 12. Har vórðu trý mál skrivað, tríggir bilførarar fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra ov skjótt. Tveir koyrdu 107 km um tíman, meðan tann triðið koyrdi 106 km um tíman.