Fleiri setast aftur

Óvissa um fiskaprísir ger, at lítil útróður er. Tað eru fleiri útróðrarmenn, sum setast aftur.

 

Í byrjanini av hesi vikuni vóru seks ísfiskalínuskip og fýra frystilínuskip til fiskiskap.

Tey fýra fiska undir Føryum, og síðan fiskar eitt í Eysturgrønlandi og eitt í íslendskum sjógvi. Línuskipini fáa mest av toski, longu, brosmu og hýsu.

Á Fiskamarknaði Føroya væntaðu tey, at flestu ísfiskalínuskip landa hesa vikuna, og síðan kemur hitt seinasta í næstu viku.

Fýra frystilínuskip eru eisini til fiskiskap, trý fiska í Eysturgrønlandi, og eitt fiskar í íslendskum sjógvi.

Hesa vikuna eru bæði streymur og veður til vildar, tá ræður um útróður. Nakað av útróðri er, men óvissan um fiskaprísir, serliga á hýsuni, ger, at fleiri setast aftur.