Fleiri sensatiónir

Millum úrslitini í nógvu landsdystunum leygarkvøldið vóru fleiri, sum vórðu nógv øðrvísi, enn roknað varð við frammanundan

 

Landsdystir


Sum kunnugt vóru nógvir landsdystir á skránni runt í Europa leygardagin. Sjálvsagt varð nógva staðni gitt um, hvussu fór at hilnast í ymsu dystunum, og hesa ferð skuldi tað vísa seg, at rættiliga nógva staðni stungu meira ella minni óvæntað úrslit seg upp.


Ísland hólvaði Kekkia

Fyri at taka grannar okkara fyri norðan fyrst, so vant Ísland sera óvæntað burtur úr Kekkia, tá liðini bæði hittust á Laugardalsvøllinum. Kekkia hevur annars í fleiri ár hildið til millum fremstu londini á FIFA-styrkislistanum, og millum annað vunnu teir allar undankappingardystirnar undan EM-kappingini, hóast tað skuldi eitt í Føroyum illa gitið mál til fyri at tryggja hesum.

Íslendingar lótu tó ongan tíð nakran iva vera um, hvør tað var, sum setti dagsskránna leygardadgin. Við einum máli frá Eidur Gudjónsson undan steðginum og tveimum frá ávíkavist Andri SigÞórsson og Eyðolf Sverrisson í seinna umfarinum løgdu teir seg fram um 3-0, áðrenn Marek Jankolowski slapp at minka um munin fram móti dystarenda.

Umframt at sigurin í sjálvum sær var at rokna sum eitt bragd, so staðfesti hesin enn einaferð, at íslendingar veruliga skulu takast í álvara á altjóða pallinum.

Í undanfarnul EM-undankapping var tað um reppið, at grannar okkara otaðu seg fram um verandi heimsmeistararnar, og seinni eisini europameistararnar úr Fraklandi, og nú eru teir av álvara farnir at nærkast teimum trimum londunum, sum stríðast um oddasessin í bólkinum.

Millum hesi telist Danmark, og einki er at ivast í, at tað var ein kærkomin gáva til hesar, at íslendingar vunnu á Kekkia, sum framman undan varð roknað sum harðasti kappingarneytin hjá Danmark.

Danir megnaðu tó ikki sjálvir at greiða sín setning, tá Norðurírland vitjaði. Alt sá annars leingi út til at ganga eftir ætlanini, tá Dennis Rommerdahl legði danir fram um tíðliga í dystinum, men eitt mál eitt gott korter fyri leiklok frá Philip Mulryne oyðiliegði dagin fyri danir. Bulgaria er nú brádliga á odda í bólki trý, og danir eru mest sum tvungnir at vinna torføra útidystin, sum bíðar í Sofia mikudagin.


Riggar væl hjá svium

Svøríki er tað norðanlandið, sum liggur best fyri, í royndunum at tryggjað sær sína luttøku í HM-endaspælinum. Hesa ferð vitjaðu sviar í Makedonia, og tvey mál frá Henrik Larsson og Patrik Andersson vóru nóg mikið til at tryggja sigurin.

Hetta merkir, at Svøríki framvegis er á odda í sínum bólki, har teir eru tvey stig frammanfyri Turkaland, sum vann sín dyst á Slovakia.

Júst Turkaland næsta mótstøðuliðið hjá svium. Mikudagin kunnu sviar nevnliga við einum sigri tryggja sær fremsta plássið í bólkinum, men hinvegin vil eitt tap viðføra, at grannarnir eftir øllum at døma mugu spæla eyka dystir í hesi royndini.


Noreg í botni

Gongst væl hjá Svøríki, so er støðan ein heilt onnur hjá Noregi, sum annars í fleiri ár hevur tókst at vera sterkasta norðurlendska fótbóltstjóðin.

Tað hevur milt sagt gingið av skriðuni til hjá norðmonnum í inniverandi undankapping, og um vikuskiftið mátti liðið aftur leggja rygg til eina rætta avbuking. Póland, sum ikki hevur tikið lut í HM, síðani teir vunnu bronsumerkini í 1982, tryggjaði sær sína luttøku við at vinna 3-0 á Noreg. Góðu úrslitini hjá Póland er ikki minst íkomin, tí nigerianski Emmanuel Olisabede fyri stuttum gjørdi av at fáa sær Pólskan ríkisborgararætt, og hann gjørdi eitt av pólsku málunum hesaferð.

Tapið merkir, at Noreg framvegis er niðasta liðið í bólki fimm, og ikki nóg mikið við tí. Hetta merkir eisini, at Noreg í løtuni er tað norðurlendska landið, sum sum hevði staðið seg ringast í inniverandi kapping. Noreg hevur, sum er, bert fýra stig fyri átta dystir. Føroyar hava sum kunnugt fingið sjey stig higartil, og hetta man ivaleyst svíða fast hjá ærukæru norðmonnunum.


Avbuking í München

Seiansta norðurlendska umboðið, Finnland, spældi á útivølli móti Albania, og við einum 2-0 sigri yvirhálaðu finnlendingar Grikkaland, soleiðis at teir nú eru á triðja plássinum í bólkinum.

Sigurin hjá Finnlandi varð tó ikki tað úrslitið, sum fórbólts-Europa legði best merki til í bólki níggju hetta kvøldið. Toppdyustur í bólkinum var í München, har arvafíggindarnir, Týskland og Ongland hittust. Fyri at hava møguleika at koma beinleiðis til endaspælið mátti Ongland vinna dystin, men útlitini fyri hesum vóru ikki serliga bjørt.

Týskland hevði nevnliga bert eina ferð tapt undankappingardyst á heimavølli ? Í 1985 móti Portugal ? men tað skuldi vísa seg, at týskarar fingu ein veruliga skelt hesaferð.

Ongland vann nevnliga heili 5-1, eftir at týskarar annars høvdu verið á odda 1-0.

Undir svenska venjaranum, Sven Göran Eriksson, hava onglendingar nærum fingið eitt nýtt lið, har sigursvandu ungu leikararnir hjá Liverpool og Manchester United eru bulurin í liðnum, og har David Seaman í málinum er einasti leikarin, sum kann roknast fyri at vera veteranur. Michael Owen gjørdist dagsins maður hjá Onglandi, tá hann skeyt hat-trick, meðan liðfelagarnir hjá Owen í Liverpool, Steven Gerrard og Emile Heskey skutu eitt mál í part.

Týskland er framvegis á fremsta sessinum í bólkinum, men vinnur Ongland heimadystin móti Albania mikukvøldið, hava teir eins nógv stig sum týskararnir, og trivaligi sigurin í München ger tá, at málúrtøkan hjá Onglandi er betri enn hin týska.


Spenningur í okkara bólki

Annars er vert at leggja til merkis, at støðan í okkara egna bólki, gjørdist nakað væl spentari, eftir dystirnar leygardagin.

Jugoslavia, sum annars hevur havt tað hampuliga strævið hesaferð, megnaði við einum teprum sgiri á Sveis at vinna seg upp á triðja plássið í bólkinum, har teir nú sjálvir kunnu gera av, um teir klára at spæla seg til Japan og Korea komandi ár.

Sveis var annars á odda í dystinum, men mál frá Milosevic og Krstajic syrgdu tó fyri neyðugu stigunum til Jugoslavia.

Slovenia, sum er einasta ov oddaliðunum, sum hevur mist stig móti Føroyum, hevði eina sera torføra uppgávu, tá Russland kom á vitjan. Eina løtu sá út til, at Slovenia skuldi vinna, men tá so Yegor Titov javnaði fyri russar, tóktist alt at benda á javnleik, og eitt at kalla farvæl til slovensku HM-vónina. Í seinasta minuttinum fingu slovenar tó tillutað eitt heldur løgið brotsspark, og hetta setti Asimovic í netið.

Sigurin merkir, at Slovenia framvegis hevur møguleika at spæla seg víðari, men so krevur hetta helst, at trý stig verða fingin burtur úr, tá teir mikudagin vitja í Jugoslavia.


Stórveldini fella

Holland og Ungarn hava bæði verið at rokna innan stórveldini í fótbólti fyrr í tíðini. Holland hevur eisini seinnu árini talst millum fremstu fótbóltstjóðirnar í heiminum, men longu nú er tó greitt, at teir ikki vera við til komandi endaspælið.

Teir taptu 1-0 fyri Írlandi í avgerandi dystinum landanna millum, men tað var ikki orsakað av væntandi møguleikum, at tapið gjørdist veruleiki. Við Patrick Kluivert, Ruud van Niistelroy og Jimmy Floyd Hasselbaink eigur Holland annars nakrar av vandamestu álopsleikarunum i heiminum, men hóast hesir høvdu fleiri upplagdar møguleikar, so fekst bólturin ikki í málið. Ístaðin varð tað Jason McAteer, sum við einum málið miðskeiðis í seinna hálvleiki gjørdist matchvinnari.

Í sama bólktinum vann Portugal við m.ø. fýra málum frá Nuno Gomes 7-1 móti Andorra, sum er pinkutjóðin í hesum bólkinum.

Tað er skjótt hálv øld síðani, at Ungan veruliga var á heimstindunum, men lopið frá Puskas og teimum til liðið í dag, má sigast at vera ógvuliga stórt. Tapið móti Georgia staðfesti, at tað heldur ikki verður hesa ferð, at Ungarn sleppur við til endaspælið, og hetta var meira, enn krevjandi áskoðararnir og lokala Fótbóltssambandið kundu taka. Úrslitið gjørdist, at venjarin, Bertalan Bicskei, fekk sekkin.