Fleiri seinar fosturtøkur

Í fjør fingu 831 danskar kvinnur loyvi til fosturtøku aftan á tað vanliga markið, sum er tólv vikur, og tað er 50 prosent fleiri enn fyri tíggju árum síðani. Tað skrivar Politiken í dag. Sagt verður, at tey flestu undantøkini verða givin í vikunum aftan á fosturskanningarnar, sum allar barnakonur fáa tilboð um.

Øjvind Lidegaard, sum er lækni á Ríkissjúkrahúsinum, sigur við blaðið, at skanningarnar, sum kunnu avdúka brek hjá fostrinum, verða gjørdar millum 13. og 19. viku. Tí heldur hann, at evstamarkið fyri fosturtøku eigur at verða flutt til 22. viku.

Øjvind Lidegaard sigur, at fosturtøkumarkið í Danmark er strangari enn aðrastaðni, og tí fara fleiri danskar kvinnur til Bretlands, Svøríkis ella Spania at fáa fosturtøku.