Víkingur hevur í dag og í gjár kunngjørt, at Andreas Lava Olsen og Gunnar Vatnhamar hava longt sáttmálan við meistaraliðið. Umfarmt tað, so hava menn sum Elias Rasmussen og Filip Djordjevic longt sáttmálan.
Tó er einki at síggja til Fróða Benjaminsen, sum søgurnar senda til Runavíkar. Hartil er Sorin Anghel farin til AB, har hann er høvðusvenjari. Tí kann hugsast, at Víkingur skal hava onkran spælara til miðvøllin, um ikki svarið liggur í hópinum frammanundan.
Fyrr í vikuni tosaði ein bersøgin Tobias Nygård Vibe við norskar miðlar, og segði at hann var ávegis til Víking og at avtalan var so gott sum upp á pláss, men sum skilst so er tað heilt soleiðis. Nýggjur venjari í Víkingi er Maurice Ross.