Fleiri sóltímar og meiri avfall

Danir hava verið vælsignaðir við sera nógvari sól seinasta mánaðin. Talan er um flestu sóltímarnar í samfull 60 ár.

Eisini í Føroyum vóru fleiri sóltímar í ár enn í fjør  um teir ikki vóru eins nógvir sum í øðrum londum.

Hóast mong munnu hava suffað yvir mjørkan, sum lá yvir firðir og sund í farna mánaði, so slapp sólin kortini framat við ávísum millumbilum.
Í veruleikanum vóru fimm fleiri sóltímar í juli mánaði í ár enn í sama mánaði í fjør  131 móti 126.
Hagtøl frá Meteorologisk Institutt í Danmark vísa, at besti sóldagurin í ár var mánadagurin 17. juli, tá sólin skein í omanfyri 13 tímar.
Ta vikuna var sólin rættiliga nógv frammi, og lítlar mongdir av avfalli.
Men undan góða sóldegnum 17. juli regnaði tað so tað stóð eftir. Henda dagin komu ikki færri enn 27 mm. av avfalli niður.
 
Nógv avfall
Tað eru fleiri fólk sum hava hug at kæra seg um hitalagið í Føroyum. Serliga tá hugt verður eftir ógvusliga hitanum har suðuri í Europa.
Miðalhitin í juli mánaði í ár var 11,4 stig og er hetta eitt hálvt stig meiri enn sama mánað í fjør, veit danska veðurstovan at siga frá.
Mesti hitin, sum varð máldur í ár var 16,1, meðan mesti hitin í fjør var heili 16,9 stig.
Sum longu nevnt kann juli mánaður eisini verða herviligur til avfall. Í ár var einki undantak í so máta.
Farna mánaðin komu ikki færri enn 103 mm. av avfalli niður, og var hetta ein stór øking í mun til árið fyri, tá einans 44 mm. av avfalli vóru.
Í ár vóru 16 regndagar í juli mánaði móti einans sjey í fjør.
Tí er ikki uttan orsøk, tá fólk siga at hetta summarið royndist ikki av teim bestu. Í gjár var kortini ein góður dagur, og tí hava fólk kanska longu gloymt ringa veðrið í summar.